Sjóvinnubrøv til fiskiskip – STCW-F
Tá talan er um sjóvinnubrøv til fiskiskip verður ikki sett krav til skeið í samband við sjóvinnubrævið, eins og tað verður gjørt í samband við sjóvinnubrøv til handilsskip.
Nýggjur sáttmáli er undirskrivaður í samband við fiskiskip, sambært STCW-F. Føroyar lúka treytirnar fyri hesum sáttmála, og tískil fáa sjófólk, sum endurnýggja sjóvinnubræv til fiskiskip, ella fáa fyrsta sjóvinnubrævið til fiskiskip átekningina STCW-F á sjóvinnubrævið.
Sjóvinnustýrið hevur gjørt av, at tá sjófólk koma at endurnýggja sjóvinnubrævið til fiskiskip, kemur átekningin á so hvørt og tískil krevur Sjóvinnustýrið ikki, at sjóvinnubrøvini skulu býtast um til eitt, sum hevur STCW-F átekning.
Tó er tað komið Sjóvinnustýrinum fyri oyrað, at summi sjófólk, sum sigla uttanlands hava havt trupulleikar at mynstra, um tey ikki hava havt STCW-F átekningina á sjóvinnubrævinum.
Um tú tískil ivast ella heldur, at tú eigur at hava STCW-F átekningina á sjóvinnubrævið, fara vit at heita á teg um at seta teg í samband við Sjóvinnustýrið, so at hetta kann verða gjørt.