• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Dátuverndarkunning

Dátuverndarkunning

Sum dátuábyrgdari er tað skylda Sjóvinnustýrisins at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini. Sjóvinnustýrið viðger persónsupplýsingar í sambandi við, at Sjóvinnustýrið røkir tær uppgávur, ið eru álagdar stovninum í m.a. løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg um manning og løgtingslóg um mynstring.  

Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á trygd og verju av persónsupplýsingunum í viðgerðini.  

Nær viðgerð Sjóvinnustýrið persónsupplýsingar?  

Sjóvinnustýrið viðger persónsupplýsingar í sambandi við virksemi stovnsins, undir hesum serliga ítøkiliga málsviðgerð í sambandi við t.d. umsókn um sjóvinnubræv, umsókn um siglingarbók, eftirlitsmál og klagur.  

Viðgerðin av persónsupplýsingum fevnir í høvuðsheitum um skráseting og at goyma upplýsingar. Í flestu førum viðger Sjóvinnustýrið samskiftisupplýsingar, so sum navn og teldupost. Í serstøkum føri viðger Sjóvinnustýrið viðkvæmar upplýsingar.  

Sjóvinnustýrið savnar inn upplýsingar, tá ið:  

  • tú søkir um sjóprógv 
  • tú søkir um siglingarbók 
  • mynstringarlistar verða sendir inn 
  • tú skrásetir ein bát í farskránna 
  • tú skrásetir eitt skip í skipaskránna
  • tú klagar um viðurskiftir umborð á skipi 
  • tú søkir starv á Sjóvinnustýrinum 
Endamálið við at viðgera persónsupplýsingar 

Sjóvinnustýrið skal ansa eftir, at viðgerð av persónsupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina.  

Sjóvinnustýrið viðgerð persónsupplýsingar tínar við tí endamáli at útinna neyðugu málsviðgerðina sambært áheitan tíni til Sjóvinnustýrið.  

Viðgerðin av persónsupplýsingunum fevnir vanliga um vanligar persónsupplýsingar, so sum navn, bústað og kontaktupplýsingar. Heimildin fyri viðgerðini av persónsupplýsingum, sum fer fram, er § 8, stk. 1, nr. 3 og nr. 5 og § 12, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.  

Hevur tú sent okkum viðkvæmar persónsupplýsingar, er viðgerð okkara grundað á § 12, stk. 1, nr. 7 í dátuverndarlógini.  

Viðkvæmar persónsupplýsingar eru upplýsingar um húðalit, ættarslag ella etniskan uppruna, politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring yrkisfelagsligt tilknýti, umframt viðgerð av íløgudátum, biometriskum dátum, við endamáli eintýtt at eyðmerkja ein persón, heilsuupplýsingar, upplýsingar um kynslig viðurskifti, revsiverd viðurskifti ella upplýsingar um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.  

Sjóvinnustýrið viðger persónsupplýsingar grundað á samtykki í ávísum førum í sambandi við starvsumsóknir. Heimildin fyri viðgerðini er tá § 8, stk. 1, nr. 1 og § 12, stk. 1, nr. 1.  

Hevur tú sent Sjóvinnustýrinum upplýsingar um revsiverd viðurskifti, er viðgerð okkara grundað á § 13, stk. 1 í dátuverndarlógini.  

At víðarigeva persónsupplýsingar 

Sjóvinnustýrið gevur í útgangsstøðinum ikki persónsupplýsingar víðari, sum Sjóvinnustýrið hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.  

Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini at senda persónsupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bara neyðugar upplýsingar, ið verða givnar víðari.  

Sum útgangsstøði flytir Sjóvinnustýrið ikki persónsupplýsingar um viðskiftafólk stovnsins til útlond ella triðjalond.  

At strika persónsupplýsingar 

Sjóvinnustýrið hevur skyldu at ansa eftir, at persónsupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini. 

Sum almennur stovnur hevur Sjóvinnustýrið skyldu at skjalføra post, ið kemur inn og fer út. Í hesum sambandi fylgir Sjóvinnustýrið galdandi ásetingum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast.  

Mál hjá Sjóvinnustýrinum verða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn. Tá upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella eru blivnar vrakaðar, hevur Sjóvinnustýrið ikki longur atgongd til upplýsingarnar.  

Starvsumsóknir verða burturbeindar 1 ár eftir, at Sjóvinnustýrið tók avgerð í málinum.  

 Rættindi hjá skrásetta 

Tú hevur hesi rættindi sambært dátuverndarlógini:  

  • Tú hevur rætt til at biðja um innlit í upplýsingar um teg, sbrt. § 26 um innlitsrættin hjá skrásetta.
  • Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg rættaðar, eins og tú hevur rætt til at krevja, at ófullfíggjaðar upplýsingar um teg verða fullfíggjaðar, sbrt. § 27 um rættin til rætting.  
  • Tú hevur rætt til at fáa upplýsingar um teg strikaðar, um tær ikki longur eru neyðugar at náa tí endamáli, sum tær vórðu savnaðar ella viðgjørdar til, sbrt. § 28 um rættin til striking. 
  • Tú hevur rætt til at viðgerð av tínum persónsupplýsingum verður avmarkað, sbrt. § 19 um rættin til viðgerðaravmarking.  
  • Tú hevur treytaleysan rætt til at mótmæla viðgerð av tínum upplýsingum, sbrt. § 32 um rættin til mótmæli.  
  • Um viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykkið aftur. Afturtøka av samtykki ávirkar ikki lóggildið av viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, sum er grundað á samtykki áðrenn afturtøkuna av samtykkinum, sbrt. § 9, stk. 3 um treytir fyri samtykki.  
  • Tú hevur rætt til at krevja at fáa tínar persónsupplýsingar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði, sbrt. § 31 um rættin til dátuflutning av persónsupplýsingum.  

Treytir ella avmarkingar kunnu vera knýttar at nevndu rættindunum, og er tað tengt at serstøku umstøðunum, ið eru galdandi í sambandi við dátuviðgerðina. Til dømis kanst tú vanliga ikki strika upplýsingar úr einum máli í Sjóvinnustýrinum, av tí at upplýsingarnar kunnu hava týdning í einum møguligum máli í framtíðini og orsakað av, at Sjóvinnustýrið hevur skyldu til at flyta persónsupplýsingar á goymslu til Tjóðskjalasavnið sbrt. løgtingslóg um skjalasavn.  

Um tú vilt brúka tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við dátuverndarfólkið í Sjóvinnustýrinum.  

Sí nærri kunning niðanfyri, um hvussu tú kanst seta teg í samband við dátuverndarfólkið í Sjóvinnustýrinum. Niðanfyri kanst tú lesa meira um, hvørjar uppgávur dátuverndarfólkið hevur og hvørjum viðkomandi kann hjálpa tær við.  

 Rætturin at taka samtykki aftur 

Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka sítt samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykkið aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykkið, steðga.  

Um viðgerð av persónsupplýsingum um teg í einum máli hjá Sjóvinnustýrinum er grundað á samtykki, kanst tú taka samtykkið aftur við at venda tær til Sjóvinnustýrið.  

 Kæra um viðgerð av persónsupplýsingum 

Viðgerð av persónsupplýsingum, ið viðvíkja tær, og sum fer fram í Sjóvinnustýrinum sambært dátuverndarlógini, kann kærast til Dátueftirlitið.  

Dátueftirlitið
Sigmundargøta 13
Postboks 300
Fo-100 Tórshavn
Tpost: dat@dat.fo 

Meira kunning um dátuverndarlógina fæst á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo 

Samskiftisupplýsingar 

Sjóvinnustýrið er dátuábyrgdari fyri viðgerð, ið fer fram á stovninum.  

Sjóvinnustýrið 
á Hillingatanga 2,
360 Sandavágur

Tpost: fma@fma.fo
Tlf.355600 

Skrivstovan er opin gerandisdagar millum kl. 09:00 – 15:00 

 Dátuverndarfólk 

Gunnvá S. á Lofti er dátuverndarfólk á Sjóvinnustýrinum.  

Um tú hevur spurningar til viðgerð av persónsupplýsingum á Sjóvinnustýrinum, kanst tú venda tær til Gunnvá á tpost.: fma@fma.fo Heitið á teldupostinum skal vera “Att.: Dátuverndarfólk”. Tú kanst eisini senda eitt vanligt bræv til Sjóvinnustýrið, á Hillingatanga 2, 360 Sandavágur, att.: Dátuverndarfólk.  

 Viðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við kunningarskriv 

Sjóvinnustýrið sendir kunning við telduposti til tey, sum melda seg til. Kunningin fevnir um tíðindi, vegleiðingar, avgerðir og annað, ið er viðkomandi fyri Sjóvinnuøkið.  

Fyri at Sjóvinnustýrið kann senda tær kunning, er neyðugt, at Sjóvinnustýrið skrásetur teldupostadressuna hjá tær. Sjóvinnustýrið brúkar ikki teldupostadressuna til annað endamál enn at senda tær kunning. Tá tú meldar teg til at móttaka kunning frá Sjóvinnustýrinum, samtykkir tú samstundir, at Sjóvinnustýrið kann viðgera persónsupplýsingar um teg.  

Teldupostadressan hjá tær verður goymd á ambætara hjá Kodio, ið er staddur í Hollandi. Kodio er dátuviðgeri hjá Sjóvinnustýrinum. Teldupostadressa tín verður ikki deild við onnur.  

Tú kanst melda teg frá við at trýsta á leinkjuna “Melda frá her” niðast í teldupostinum við kunningini, ella við at venda tær til Sjóvinnustýrið. Tá tú meldar teg frá, verður teldupostadressan strikað. Sjóvinnustýrið viðger persónsupplýsingar um teg inntil tú hevur meldað teg frá.  

Heimildin hjá Sjóvinnustýrinum at viðgera persónsupplýsingar um teg í sambandi við kunning er samtykki sambært § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini. Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykkið aftur og melda teg frá at móttaka kunning. Afturtøka av samtykki ávirkar ikki lóggildið av viðgerð, sum fór fram áðrenn samtykkið bleiv tikið aftur.