Sjóvinnubræv og førleikaprógv, sum skipselektrikari
Sí flóðkort - førleikaprógv sum skipselektrikari
Sí flóðkort - sjóvinnubræv sum skipselektrikari
Hvussu søki eg um sjóvinnubræv ella førleikaprógv?
Tú søkir um sjóvinnubræv á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv ella førleikaprógv.
Hvørjar treytir eru at fáa sjóvinnubræv ella førleikaprógv?
Sjófólk, ið skulu hava sjóvinnubræv ella førleikaprógv sum skipselektrikari, skulu lúka hesar treytir:
Sveinabræv: Umsøkjarar, ið søkja um sjóvinnubræv sum skipselektrikari, skulu hava sveinabræv sum elektrikari.
Skeið: Umsøkjarar skulu hava skeið sambært antin STCW III/6 ella III/7.
Heilsuprógv: Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir, at viðkomandi er skikkaður til skipstænastu.
Siglingartíð: Tað er ymiskt, hvat kravið er til siglingaríð, alt eftir um talan er um sjóvinnubræv ella førleikaprógv.