• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Føroya Skipaskráseting

Føroya Skipaskráseting er skrá fyri fiskiskip, handilsskip og stuttleikaskip, sambært. Løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2014.

Eigari av skipi, sum er yvir 15 BT / 15 BRT, hevur skyldu at melda skipið til Føroya Skipaskráseting. Før sum eru 5 BT / 5 BRT ella yvir, men undir 15 / 15 BRT, kunnu eftir umbøn frá eigaranum skrásetast í skipaskránni. við tilmelding fær skipið/farið kenningarmerki frá skipaskrásetingini. 

Fyri at skip skal kunna metast sum føroyskt og sigla undir føroyskum flaggi, má eigarin vera føroyskur. Sum føroyskur eigari verður mettur: 

  1. Føroyingar.
  2. Føroyskir landsstovnar og kommunur.
  3. Stovnar, grunnar og feløg, har bara føroyingar eru í leiðsluni.
  4. Partsreiðarí, har føroyingar eiga í minsta lagi tveir triðingar og har fyrisitandi reiðarin er føroyingur.
  5. Partafeløg og onnur vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd, sum hava valt eina nevnd, tá ið minsta lagi tveir triðingar av hesari eru føroyingar.
  6. Onnur vinnufeløg, har í minsta lagi tveir triðingar eru føroyingar.

 

Leiguskráseting
Føroya Skipaskráseting loyvir leiguskráseting (bareboat-skráseting) til føroyskt flagg og til fremmant flagg. 

 

Oyðubløð:

Fráboðan um skráseting av skipi og ognarviðurskiftum

Fráboðan um skráseting í leiguskrásetingini

Fráboðan um skráseting av skipi í útlendska leiguskrá 

Fráboðan um skráseting av skipi í gerð 

Fráboðan um sølu av skipi til útlandið 

Fráboðan um striking av skipi vegna skipbrot ella upphøgging