Fyri at mynstra umborð á skipi, skal sjófólk hava heilsuprógv, sum er í gildi. Heilsuprógvið fæst við at venda sær til ein góðkendan sjóvinnulækna í Føroyum. Sí yvirlit yvir góðkendar sjóvinnulæknar í Føroyum.
Heilsuprógvið verður útfylt av sjófólkinum og sjóvinnulæknanum og fæst her.
Um læknakanningin verður framd hjá sjóvinnulækna uttanlands, skal skiparin vátta heilsuprógvið. Gev gætur, at Sjóvinustýrið skal bara hava avrit av s. 4.
Útlendsk heilsuprógv eru góðkend umborð á føroyskum skipum. Hetta er treytað av, at heilsuprógvið er útgivið í einum landi, sum hevur tikið undir við STCW-sáttmálanum og ILO-sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki, MLC 2006, umframt at heilsuprógvið er útgivið av einum lækna, sum er góðkendur sum sjóvinnulækni í viðkomandi landi.
Tilvísandi leinki:
- Heilsukanning fyri sjófólk (oyðublað)
- Yvirlit yvir góðkendar sjóvinnulæknar
- Kunning til sjóvinnulæknar (tíðindaskriv sept. 2024)




