• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Læknahjálp úr landi

Skip, ið eru skrásett í FAS og annars øll føroysk skip, sum hava medisinkistu A umborð (sí tó undantøk niðanfyri), kunnu ókeypis leita sær læknaráð frá Radio Medical Danmark.

Telefon           +45 75 45 67 66
Telefax           +45 75 45 67 50
Teldupostur   rmd@rsyd.dk

Til ber at fáa meiri kunning um Radio Medical Danmark á heimasíðu teirra.

Undantikin eru skip, ið hava medisinkistu A umborð, men sum vanliga bara fiska ella sigla innanfyri føroyska 200 fjórðinga fiskimarki. Hesi og onnur skip, ið hava medisinkistu B ella C, skulu leita sær læknaráð frá føroysku kommunulæknunum sambært ávísari mannagongd:

  1. gerandisdagar millum kl. 8 og 16. verður ringt til kommunulæknan í læknadøminum, har antin sjúklingurin ella skipið er heimahoyrandi
  2. gerandisdagar aftaná kl. 16 til 8 um morgunin, um vikuskifti og halgidagar verður ringt til læknavaktina á Landssjúkrahúsinum á telefon 1870
  3. í bráfeingis lívshættisligari støðu, og tá skipari ella sjúkraviðgeri meta tað neyðugt, skal ringjast til MRCC-Tórshavn / Alarmsentralin á telefon 112

Kommunulæknarnir hava læknaligu ábyrgdina av sjúkuviðgerð, sum eftir teirra boðum verður veitt umborð á skipi.