• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Ferðafólkaloyvi

Krav um ferðafólkaloyvi
Ferðafólkaloyvi krevst, tá tað við vinningi fyri eyga og meira ella minni alment verður lýst við útferðum, fiskitúrum v.m. við gjaldandi ferðafólki. Sigling við ferðafólki kann ikki byrja, fyrr enn Sjóvinnustýrið hevur góðkent farið og útskrivað formligt loyvi til tess. Brot á galdandi kunngerð kann revsast.

Málsviðgerð og málsviðgerðartíð
Tá Sjóvinnustýrið hevur móttikið umsóknina, verður eftirkannað, um farið lýkur lógarásettu krøvini fyri at kunna sigla við ferðafólki. Hetta verður m.a. gjørt við at sýna farið, kanna virksemi og meta um trygdarvegleiðingina.Tá krøvini eru lokin, verður formligt loyvi útskrivað av Sjóvinnustýrinum og sent avvarðandi eigara/reiðara/útgerðamanni.

Málsviðgerðin tekur nakað av tíð, og tí er tað umráðandi, at søkt verður í góðari tíð áðrenn siglingin við ferðafólki ætlandi skal byrja.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um ferðafólkasigling fáast á niðanfyri á hesi heimasíðu ella á tel. +298 35 56 00. Tú ert eisini vælkomin at vitja Sjóvinnustýrið í Bókbindaragøtu 8, Tórshavn og fáa eitt prát við ein av okkara dugnaligu málsviðgerum.