Brúgva- og maskintænasta
Vit mæla til, at tú søkir á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við. Viðgerðartíðin er eisini munandi styttri, um tú søkir online.
Hvørjar treytir eru til at fáa vaktarhaldsprógv til brúgvatænastu?
Aldurskrav: Umsøkjari skal vera fyltur 16 ár.
Heilsuprógv: Umsøkjari skal hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir at viðkomandi bæði er skikkaður til skips- og kagtænastu.
Váttan um upplæring: Umsøkjari skal hava váttan um upplæring, sum er útfylt av vakthavandi brúgvayvimanni umborð. Oyðublað fæst her:
Váttan frá skipara - Brúgvatænasta - Minimum Requirements
Siglingartíð: Kravið til siglingartíð er 6 mánaðir dekstænasta við skipum, sum eru 20BT ella meira. Um umsøkjari hevur staðið grundskeið sum skipsatstøðari ella grundskeið fyri aspirantar er kravið til siglingartíð 2 mánaðir.
Tú kanst eisini útfylla eitt oyðublað og senda Sjóvinnustýrinum tað á telduposti fma@fma.fo ella við vanligum posti. Tá kanst tú vænta longri viðgerðartíð enn um tú søkir online.