• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Leiga av stuttleikaførum

Eigur tú stuttleikafar, kanst tú leiga tað út ella læna øðrum tað.
Somu reglur fyri útgerð og innrætting eru galdandi, uttan mun til um tú eigur ella leigar farið.

Tað er altíð skiparin, sum hevur ábyrgdina av, at útgerðar- og trygdarkrøvini á stuttleikafarinum eru hildin, tá siglt verður, og sum útleigari skalt tú altíð tryggja tær, at far, útgerð og neyðugar vegleiðingar er í lagi, áðrenn tú lænir ella leigar farið út.

Um tú velur at leiga farið út, eru nakrar reglur, sum  skulu haldast. Reglurnar eru gjørdar við trygdini hjá brúkaranum fyri eygað men eisini við atliti til tína ábyrgd, um eitt óhapp skuldi hent.

Útgerð:
Tá tú leigar títt egna stuttleikafar út (bara farið, uttan manning og skipara) eru somu krøv til útgerð galdandi, sum tá tú sjálvur siglir. Her er m.a. krav um, at bjargingarvestar skulu vera til øll ferðandi umborð og í hóskandi støddum.

https://logir.fo/Logtingslog/25-fra-12-04-2006-um-bjargingarutgerd-a-opnum-batum-og-forum-undir-20-tons-BT

Sjóvinnustýrið mælir eisini øllum, ið leiga bátar út, til at syrgja fyri, at góðkendur bjargingarbátur er umborð til øll ferðandi.

Trygdarvegleiðing:
Sjóvinnustýrið mælir øllum, ið ætla at leiga stuttleikabát og onnur før út, til at gera eina skrivliga trygdarvegleiðing fyri ávísa farið, so leigari er væl kunnaður og so tryggur sum til ber.

Er tú vinnurekandi og siglir við upp til 12 ferðafólkum, er kunngerð nr. 104 frá 9. juli 2019 um at sigla við førum, ið taka upp í 12 ferðafólk galdandi. Vegleiðingin í § 4 og leiðreglur til trygdarvegleiðing í skjali 4 í hesi kunngerð eru eisini væl egna til tey, ið leiga frítíðar bátar og onnur før út.

https://logir.fo/Kunngerd/104-fra-09-07-2019-um-at-sigla-vid-forum-id-taka-upp-i-12-ferdafolk#_edn1

Áðrenn tú lænir ella leigar eitt stuttleikafar út, er viðkomandi kunning eisini at finna á hesi heimasíðu:  www.soesport.dk