• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Sjóvinnustýrið á Vanganum

Á brúkarasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum á Vanganum kanst tú avgreiða fleiri viðurskifti.

Bátaeigarar
Á Vanganum sært tú allar upplýsingar um tín bát:

  • Tekniskar upplýsingar
  • Upplýsing um fiskiloyvi
  • Yyvirlit yvir gjøld
  • Yvirlit yvir gjørdar skrásetingar

Hesi viðurskifti kanst tú avgreiða beinleiðis:

  • Gera broytingar í skráseting av verandi báti
  • Gera eigaraskifti - keypa ella selja tín bát
  • Leggja eigarar afturat ella strika eigarar
  • Skráseta tín nýggja bát
  • Rinda rokning fyri ársgjald
  • Broyta gjaldara
  • Broyta mynd av bátinum

 

Sjófólk
Á Vangannum sært tú avrit av tínum sjóvinnubrøvum og førleikaprógvum, sum eru útskrivað í 2018 ella seinni.

  • Tú sært avrit av skjølunum, útgávudag og útgongudag.
  • Tú fært áminning við teldubrævi um endunýggjan 90 dagar undan útgongudegi.
  • Á Vanganum er beinleiðis leinki til Sjóprógv, sum er skipanin, har tú søkir um endurnýggjan av sjóvinnubrævinum.

 

Rita inn á Vangan her:

Samleikin
Tú skalt hava "Samleikan" fyri at rita inn á Vangan. Trýst á knøttin niðanfyri fyri at melda til. Tað tekur 1 - 3 dagar at virkja Samleikan.

Um tú hevur trupulleikar við at fáa Samleikan, kanst tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar:

Telefon 1881
1881@talgildu.fo
www.talgildu.fo