• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Kloakkspillivatn

KLOAKKSPILLIVATN

Kunngerð nr. 123 frá 25. november 2005 um burturbeining av kloakkspillivatni frá skipum o.ø., hevur m.a. hesar ásetingar:

Skip 400 bruttotons og størri ella góðkend til fleiri enn 15 fólk:
Sambært fylgisskjalið IV til MARPOL sáttmálan, er burturbeining af kloakkspillivatni bannað uttan so, at

  1. kloakkspillivatnið er viðgjørt í góðkendari skipan, og spillivatnið ikki gevur sjónliga slóg í sjónum, ella
  2. kloakkspillivatnið er malið og sóttreinsað í góðkendari skipan, og burturbeiningin fer fram í minsta lagi 3 fjórðingar úr næsta landi, ella
  3. kloakkspillivatnið verður burturbeint í minsta lagi 12 fjórðingar úr landi. Verður kloakkspillivatn tømt úr kloakktanga, skal hetta gerast meðan skipið siglir við í minsta lagi 4 fjórðingum um tíman

Hetta er ikki galdandi fyri skip, sum einans sigla innanoyggja í Føroyum. Hesi skip kunnu burturbeina óviðgjørt kloakkspillivatn. Burturbeiningin skal gerast so langt úr landi, sum siglingarleiðin loyvir tí, og í minsta lagi hálvan fjórðing úr landi og hálvan fjórðing frá aliøkjum.

Eftir 1. juni 2020 er bannað at burturbeina kloakkspillivatn sambært stk. 1, sum ikki er malið og sóttreinsað.”

Skip og bátar minni enn 400 bruttotons og ikki yvir 15 fólk umborð:
Á føroyskum sjóumveldi er burturbeining av óviðgjørdum kloakkspillivatni bannað nærri enn hálvan fjórðing úr landi og hálvan fjórðing frá aliøkjum, uttan so at kloakkspillivatnið er viðgjørt í góðkendari skipan sambært § 4, stk. 1, nr. 1. í kunngerðini. Burturbeining av óviðgjørdum kloakkspillivatni skal gerast so langt úr landi, sum siglingarleiðin loyvir tí.

Bátar, sum eru fevndir av fráboðan F (vinnufør undir 15 m), kunnu góðkennast við turr closetti um so er, at tað vegna plásstrot ikki letur seg gera at seta WC-skipan upp umborð. Alibátar, sum í dagligum rakstri bert verða brúktir við ávíst alibrúki, kunnu eisini góðkennast við turr closetti.

Er skaði hendur á skip, ella skip og fólk eru í vanda, er loyvt at víkja frá reglunum, sb. grein 6 í omanfyri nevndu kunngerð.

Tey teknisku krøvini til kloakkspillivatnsskipanir umborð og krøv til stødd á goymslutanga finnast í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B, D, E ella F í kapitlum um kloakkspillivatn.

Sjóvinnustýrið hevur í einstøkum førum givið undantak og loyvt, at einstøk WC ikki eru bundin í kloakktanga. Tey skip, sum hava fingið hetta undantak, skulu syrgja fyri at hurðin til hesi WC’ir er stongd, tá skipið er statt í sjóøki, har ikki er loyvt at burturbeina kloakkspillivatn. Skelti skal setast á útsíðuna á hurðini á WC’inum við hesum teksti: ”WC skal vera avlæst tá skipið er statt í sjóøki, har ikki er loyvt at beina burtur kloakkspillivatn”.

Fyri øll onnur skip skulu WC førast til kloakktanga, uttan mun til hvat slag av WC innlegging verður brúkt.