• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Tekniska Økið

FERÐSLA OG TRYGD Á SJÓNUM

Við heimild í løgtingslóg um trygd á sjónum, hevur Sjóvinnustýrið ábyrgd av at kanna skip og áseta krøv, til tess at bøta um trygdina á sjónum.

Ymisk krøv eru galdandi, alt eftir um talan er um fiskiskip, handilsskip ella ferðamannaskip og bátar. Tað hevur eisini týdning, hvar skipini skulu sigla.

Tá skipið er góðkent, útflýggjar Sjóvinnustýrið siglingarloyvið og onnur loyvisskjøl.

Skipari og reiðari hava ábyrgd av, at ásettu krøvini frá Sjóvinnustýrinum verða fylgd og at møgulig brek verða rættaði sum skjótast. Tað áliggur eisini havnamyndugleikum, tollvaldi, arbeiðseftirliti og løgreglu at boða Sjóvinnustýrinum frá, verða tey varug við umstøður, sum eru í stríð við galdandi lóg og reglur.

Sjóvinnustýrið hevur heimild til at áseta skipi siglingarbann, um tað ikki lýkur ásettu krøvini.

Brot á lóg um trygd á sjónum kann í ringasta føri hava við sær bót, hefti ella fongsul í upp til 2 ár.

Frágreiðing: Stutt frágreiðing um krøv og eftirlit av skipum