• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Førleikaprógv til skip í Pólhøvum

Hvussu søki eg um førleikaprógv?
Tú søkir um førleikaprógv á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt førleikaprógv, og hvat tú skalt senda við.

Hvørjar treytir eru til at fáa førleikaprógv?
Sjófólk, ið skulu hava førleikaprógv ella leiðaraprógv til skip, ið sigla í Pólhøvum, skulu lúka hesar treytir:

Skeið
Fyri at fáa førleikaprógv ella leiðaraprógv til skip, ið sigla í Pólhøvum, skal viðkomandi hava ávikavist góðkent grundleggjandi skeið til skip, ið sigla í Pólhøvum og víðkað skeið til skip, ið sigla í Pólhøvum.

Galdandi heilsuprógv til sjófólk
Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir at viðkomandi er skikkaður til skipstænastu.

Siglingartíð
Umsøkjarar, ið skulu hava leiðaraprógv til skip, ið sigla í Pólhøvum, skulu hava 2 mánaðir siglingartíð í Pólhøvum.