STUTTLEIKAFØR
Sambært løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019, eru hesi krøv til manning á stuttleikaførum til støddar 20 bruttotons og størri, men minni enn 100 bruttotons:
Siglingarøki | Skipari | Stýrimaður |
Strandasigling | Dugnaskaparbræv í sigling | Dugnaskaparbræv í sigling |
Uttanfyri strandasigling | Heimaskipari | Dugnaskaparbræv í sigling |
VATNSKUTARAR
Kunngerð um krøv til sigling við motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar varð sett í gildi 15. juli 2019. Les kunngerðina her.
Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit við stuttleikaførum.