• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

GMDSS / Radioprógv

Hvussu søki eg um sjóvinnubræv?

Tú søkir um sjóvinnubræv og endurnýggjan á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við.

Hvørjar treytir eru til at fáa sjóvinnubræv?

Sjófólk, ið skulu hava sjóvinnubræv sum radiopassari GMDSS (ROC) ella (GOC), skulu lúka hesar treytir:

Prógv sum radiopassari: Tá ið søkt verður um fyrsta sjóvinnubræv til GMDSS (GOC) ella (ROC) skal viðkomandi hava fingið ávikavist alment prógv ella avmarkað prógv sum radiopassari frá Fjarskifiseftirlitinum.

Galdandi heilsuprógv til sjófólk: Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir at viðkomandi bæði er skikkaður til skips- og kagtænastu.

Siglingartíð: Er talan um endurnýggjan, er krav um, at viðkomandi hevur hildið førleikarnar við líka við at sigla. Viðkomandi skal hava siglt í 1 ár innan síðstu 5 árini ella 3 mánaðir innan síðstu 6 mánaðirnar sum brúgvayvirmaður við havfarandi skipum við radioútgerð A2, A3 ella A4.