Hvussu søki eg um sjóvinnubræv?
Tú søkir um sjóvinnubræv í online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við.
Hvørjar treytir eru til at fáa sjóvinnubræv?
Sjófólk, ið skulu hava sjóvinnubræv sum skipskokkur, skulu lúka hesar treytir:
Viðkomandi skal vera myndugur: Allir umsøkjarar skulu vera 18 ár ella eldri.
Sjóvinnubræv til handilsskip: Sveinabræv innan kokkayrkið.
Sjóvinnubræv til fiskiskip: Útbúgving sum gastronomatstøðingur.
Sjóvinnubræv til fiskiskip í heimasigling: Reinførisskeið ella váttan um upplæring.
Galdandi heilsuprógv til sjófólk: Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir at viðkomandi er skikkaður til skipstænastu.
Sí flóðkort - skipskokkur við fiskiskipum
Sí flóðkort - skipskokkur við handilsskipum