• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Brúgvayvirmaður við handilsskipum

Hvussu søki eg um sjóvinnubræv?

Tú søkir um sjóvinnubræv og endurnýggjan á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við.

Hvørjar treytir eru til at fáa sjóvinnubræv?

Sjófólk, ið skulu hava sjóvinnubræv sum brúgvayvirmaður við handilsskipum, skulu lúka hesar treytir:

Viðkomandi skal vera myndugur: Allir umsøkjarar skulu vera 18 ár ella eldri.

Prógv frá sjóvinnuskúla: Fyri at fáa sjóvinnubræv sum brúgvayvirmaður til handilsskip, skal viðkomandi hava fingið prógv sum heimaskipari, skipari ella skipsførari. Skúlaprógvið má ikki vera eldri enn 5 ár, tá ið fyrsta sjóvinnubrævið verður útskrivað. Afturat skúlaprógvi verður krav sett til skeið, alt eftir nær skúlaprógvið er staðið.

Galdandi heilsuprógv til sjófólk: Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir at viðkomandi bæði er skikkaður til skips- og kagtænastu.

Galdandi radioprógv: Umsøkjarar skulu hava galdandi radioprógv innan GMDSS (ROC ella GOC).

Siglingartíð: Tað er ymiskt, hvat kravið til siglingartíð er, alt eftir hvat sjóvinnubræv talan er um. Er talan um endurnýggjan, kanst tú lesa meira her.
Er talan um fyrsta sjóvinnubræv ella uppstigan, kanst tú síggja flóðkort í høgra bredda , ið vísir, hvørji krøv verða sett til siglingartíð.

Útbúgvingarbók: Umsøkjarar, ið hava verið undir aspirantskipan, hava tikið sjóvinnuskúla ella eru skipsatstøðarar og tískil hava niðursetta siglingstíð, skulu eisini hava góðkenda útbúgvingarbók. Útbúgvingarbókin fæst við at venda sær til avvarðandi sjóvinnuskúla . Tá ið útbúgvingarbókin er útfylt, skal hon góðkennast av avvarðandi sjóvinnuskúla, áðrenn hon verður latin Sjóvinnustýrinum.

Trygdarskeið: Umsøkjarar, ið søkja um sjóvinnubræv fyrstu ferð, skulu skjalprógva trygdarskeið sambært STCW VI/I, VI/2, VI/3 og VI/4.