• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Skaðar og vanlukkur

VANLUKKUR UMBORÐ

Sjóvinnustýrið kannar vanlukkur, óhapp og álvarsligan fólkaskaða á sjónum.

Endamálið við kanningini er at útvega upplýsingar um slíkar hendingar og greina tilgongd og orsøkir. Hetta arbeiði verður gjørt til tess, at Sjóvinnustýrið kann gera tilráðingar, broytingar og nýggjar reglur í lóggávu, ið eru við til at tryggja, at slíkar hendingar ikki koma fyri aftur.

Kanningarnar, ið Sjóvinnustýrið ger í slíkum føri, eru við til at fremja trygdina á sjónum og hava onga ávirkan á møguligar revsirættarligar- ella endurgjaldsspurningar í sambandi við sjálva hendingina.

Starvsfólkini hjá Sjóvinnustýrinum og onnur, ið taka lut í kanningum, hava tagnarskyldu í øllum málum um vanlukkur og óhapp á sjónum, meðan málið verður kannað.

Tá talan er um skipbrot og/ella vanlukkur sum krevja mannalív, er tað tann danska havaríkommiónin (DMAIB), ið ger frágreiðing um hendingina.

Fráboðanarskylda
Tá óhapp henda, skal skiparin ella reiðarin boða Sjóvinnustýrinum frá hesum skjótast til ber. Í sambandi við fráboðanina, skal viðkomandi oyðublað fyllast út og sendast Sjóvinnustýrinum:

Sí annars skyldur og rættindi í sambandi við vanlukkur í løgtingslóg um trygd á sjónum § 13, 19 aog 19b.