Í skipanini sæst, hvørji skjøl eru kravd til júst tína umsókn.
Vit heita á teg um at senda øll neyðug skjøl, so umsóknin ikki bíðar óneyðugt.
Viðgerðartíðin er tengd at, hvussu nógvar umsóknir Sjóvinnustýrið hevur at viðgera. Men vanliga kanst tú vænta eina viðgerðartíð á eina viku.
Legg til merkis, at kunngerðin gevur tær høvi søkja um sjóvinnubræv 6 mánaðir, áðrenn verandi sjóvinnubræv gongur út.
Um tað av onkrari orsøk ikki ber til hjá tær at søkja online, kanst tú seta teg í samband við ein av okkara málsviðgerðum á tel. 355600.




