• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Førleikaprógv til IGF-skip

Hvussu søki eg um førleikaprógv?
Tú søkir um førleikaprógv á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt førleikaprógv, og hvat tú skalt senda við.

Hvørjar treytir eru til at fáa førleikaprógv?
Sjófólk, ið skulu hava førleikaprógv ella leiðaraprógv til skip fevnd av IGF-koduni, skulu lúka hesar treytir:

Skeið
Fyri at fáa førleikaprógv ella leiðaraprógv til skip fevnd av IGF-koduni skal viðkomandi hava ávikavist góðkent skeið til skip fevnd av IGF-koduni og víðkað skeið til skip fevnd av IGF-koduni.

Galdandi heilsuprógv til sjófólk
Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir at viðkomandi er skikkaður til skipstænastu.

Siglingartíð:
Umsøkjarar, ið skulu hava leiðaraprógv til skip fevnd av IGF-koduni skulu hava 1 mánað siglingartíð og váttan um 3 bunkringar.