• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Farskráin – bátar

Farskráin er skrá fyri smærri før, samb. Løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2014.

Øll før undir 15 BT hava skyldu at melda til Farskránna. Før á 5 BT ella yvir, men undir 15 BT, kunnu eftir umbøn frá eigaranum skrásetast í skipaskránni.

Skipaskrásetingin i Tórshavn umsitur farskránna fyri landið.

Pantirættindi 
Skal pantirættindi skrásetast í fari, sum er yvir 5 BT / 5 BRT, skal farið skrásetast í Føroya Skipaskráseting og ikki í Farskránni.
Rættindi í førum undir 5 BT / 5 BRT, skulu skrásetast á Tinglýsingarstovuni, 
Traðagøta 38, Postboks 2048, FO-165 Argir.

Melda bátin til Farskránna umvegis Vangan. Til hetta krevst, at allir seljarar og eigarar hava samleikan.

Rita inn á Vangan her:

Samleikin
Tú skalt hava "Samleikan" fyri at rita inn á Vangan. Trýst á knøttin niðanfyri fyri at melda til. Tað tekur 1 - 3 dagar at virkja Samleikan.

Um tú hevur trupulleikar við at fáa Samleikan, kanst tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar:

Telefon 1881
1881@talgildu.fo
www.talgildu.fo

Um tað ikki ber til at nýta Vangan til skráseting, kann oyðublað nýtast:

Oyðublað: Tilmelding til bátayvirlitið.

Oyðiblaðið kann sendast til fma@fma.fo ella latast inn á skrivstovuni hjá Sjóvinnustýrinum.