Tað er umráðandi, at virðisgrundarlagið, sum er góðkent av starvsfólkunum, stuðlar undir endamálsorðingini og stevnumiðinum hjá stovninum. Okkara fimm aðalvirði eru:
Góðska: Vit gera tað vit megna, fyri at veita kundum okkara eina dygdargóða tænastu, og um neyðugt taka vit onnur við uppá ráð Opinleiki: Vit samskifta opið og reiðiliga við okkara starvsfelagar og viðskiftafólk Álit:Vit tryggja rættindi hjá viðskiftafólkum og menna skipanir, ið styrkja teirra álit á okkum. Samstundis hava vit álit á okkara starvsfeløgum og virða teirra fakligu førleikar og persónligu eginleikar Smidleiki / Fjølbroytni: Vit fremja nýhugsan og hava jaligan hugburð okkara millum soleiðis, at tænastustøðið støðugt gerst betri og fjølbroyttari Trivnaður: Vit eggja starvsfólkamenning. Tess vegna vilja vit skapa tryggar arbeiðsumstøður og menna spennandi arbeiðsuppgávur, sum stuðla undir sjálvsvirðing og trivnaðin hjá starvsfólkunum. |