Sjóvinnubrøv til brúgvayvirmenn, maskinyvirmenn,radiopassarar (GOC), skipselektrikarar og leiðaraprógv til tangaskip hava eina gildistíð á 5 ár og skulu sostatt endurnýggjast 5. hvørt ár. Fyri at endurnýggja sjóvinnubrævið krevst, at tú hevur viðlíkahildið førleikar tínar við at sigla í viðkomandi starvi við havfarandi skipum í minsta lagi:
- 1 ár tey seinastu 5 árini, ella
- 3 mánaðir teir seinastu 6 mánaðirnar, áðrenn endurnýggjan av sjóvinnubrævinum
Møguligt er at søkja um endurnýggjan upp til hálvt ár, áðrenn sjóvinnubrævið gongur út. Sjóvinnustýrið mælir altíð til, at søkt verður í góðari tíð.
Tú søkir um sjóvinnubræv, førleikaprógv og endurnýggjan á okkara online skipan.
Lýkur tú ikki treytirnar um siglingartíð, kann vinnubrævið endurnýggjast, um:
- Tú hevur luttikið á endurnýggjanarskeiði (Vinnuháskúlin skipar fyri hesum skeiðum),
- Tú hevur gjørt arbeiði, ið Sjóvinnustýrið metir, kann javnsetast við kravið um siglingartíð, ella
Afturat møguleikunum omanfyri hava sjófólk møguleika at fáa útskrivað sjóvinnubræv á lægri stigi fyri síðani at sigla í hesum starvi í 3 mánaðir seinastu 6 mánaðirnar.Hetta tíðarskeið verður roknað frá tí, at Sjóvinnustýrið móttekur umsóknina um uppstigan. Eftir hetta kann sjóvinnubrævið endurnýggjast til tað stigið, ið viðkomandi hevði áðrenn.