Søk um siglingarbók á Vanganum.
- Kostnaðurin er 645 kr. + postgjald, sum verður goldið, tá søkt verður.
- Tú velur, um tú vilt hava siglingarbókina sendandi við postinum, ella tú vilt heinta hana á skrivstovuni hjá Sjóvinnustýrinum. Viðgerðartíðin er ein dag.
- Biðið verður um passmynd og avrit av passinum. Myndin skal ikki vera eldri enn 2 ár. Hon skal hava eina einlitta bakgrund og annars fylgja reglunum hjá politinum um passmyndir.
Soleiðis skal myndin síggja út, tá tú viðfestir hana:

Støkk inn á gólvið
Tað ber framvegis til at fáa siglingarbók við at koma á skrivstovu okkara á Giljanesi. Hav passmynd og pass við. Goldið verður við gjaldskorti.
Reiðarí og fyritøkur
Einans privatpersónar kunnu søkja um siglingarbók á Vanganum. Tí mugu reiðarí og onnur, ið søkja vegna sjófólk, senda umsókn við skjølum við telduposti.
Hesi skjøl skulu sendast:
- undirskrivað umsóknarblað
- passmynd, ið ikki er eldri enn 2 ár
- avrit av passi
- kvittan fyri flyting* á kontu 6460-425.451.3
*Kostnaður:
Siglingarbók kr. 645,-
Postgjald í Føroyum kr. 27,-
Postgjald til útlandið kr. 37,-
Um siglignarbøkur
Sjófólk, sum mynstra umborð á føroyskum skipi, skulu hava siglingarbók.
Fyri at fáa siglingarbók skal umsøkjari verða fyltur 16 ár. Hjá persónum undir 18 ár, skulu tey, ið hava foreldramyndugleika, skriva undir umsóknarblaðið og á Vanganum. Um tvey foreldur hava foreldramyndugleikan, skulu bæði skrivað undir.




