Sjóvinnustýrið skal verða ein viðurkend og virkin maritim umsiting, ið veitir dygdargóðar tænastur til sjóvinnuna, til landsins myndugleikar og til Føroya fólk.
Tí vil Sjóvinnustýrið um fimm ár:
- verða ímillum 10 fremstu flaggstatir á hvíta lista hjá Paris MoU
- hava fleiri enn 200 skip skrásett í FAS
- varða av einum fiski- og handilsskipaflota, hvørs trygdar og arbeiðsumhvørvi er av teimum bestu í heiminum
- kunna veita kappingarførar tænastur, sum í stóran mun byggja á sjálvavgreiðslu umvegis alnetið
- hava kundanøgdsemi, ið er omanfyri miðal
- verða ímillum bestu arbeiðspláss í Føroyum, har starvsfólk trívast og mennast við spennandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávum
|