• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Manningaráseting

Manning á skipum verður ásett við heimild í løgtingslóg um manning av skipum. Tá skip verða skrásett í skipaskránni, annað hvørt sum nýbygningar ella flutt inn úr útlandinum, ger Sjóvinnustýrið eina manningaráseting. Harafturat kann reiðarin søkja um nýtt manningarskjal, um so er, at umstøður fyri upprunaligu manningarásetanina eru munandi broyttar.

Umsókn um manningarskjal  Oyðublað Word     Oyðublað pdf

Frammanundan byggiætlan verður sett í verk, ella áðrenn skip verður keypt, kann reiðarin søkja um undanáseting. Til endamálið verður brúkt sama oyðublað, sum tá søkt verður um manningarskjal..

Mælt verður til, at umsóknirnar verða sendar Sjóvinnustýrinum í góðari tíð.