• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Trygdarvegleiðing

Krav um trygdarvegleiðing
Sambært Kunngerð um at sigla við førum, ið taka upp í 12 ferðafólk, skal reiðarin á farinum syrgja fyri, at skrivlig trygdarvegleiðing um tryggan rakstur og nýtslu av farinum verður gjørd.

Ætlan við trygdarvegleiðingini
Ætlanin við trygdarvegleiðingini er at hjálpa teimum, ið skipa- og standa fyri vinnuligari sigling at verkseta góðan sjómansskap í praksis og á tann hátt tryggja góðar loysnir við atliti til bæði siglingarætlan og alt virksemið, sum heild.

Ábyrgd av trygdarvegleiðingini
Trygdarvegleiðingin skal verða gjøgnumskygd fyri at luttakarar og ferðafólk skulu fáa eitt yvirlit og síggja, hvussu fyrireikararnir arbeiða við trygdini. Hetta inniber, at trygdarvegleiðingin skal greiða frá, hvat fyrireikararnir hava gjørt fyri at tryggja trygdina til sjós.

Hetta merkir m.a. at øll, ið takast við vinnuligt virksemi, so sum privat virksemi og virksemi hjá skúlum og stovnum, hava ábyrgdina av at gera eina nágreiniliga trygdarvegleiðing fyri at tryggja ætlaðu siglingina so væl, sum til ber.

Trygdarvegleiðingin skal altíð verða tøk fyri luttakarum og ferðafólkum. Um talan er um blandaðar tjóðskapir, skal trygdarvegleiðingin verða á føroyskum og enskum máli.

Sjóvinnustýrið góðkennir ikki trygdarvegleiðingina. Trygdarvegleiðingin er reiðarans ábyrgd. Áðrenn virksemi kann byrja, skal trygdarvegleiðingin sendast Sjóvinnustýrinum til kunningar og møguligar viðmerkingar.

Fyrireiking
Sjóvinnustýrið mælir fólki til fyrst at lesa § 4 í kunngerð nr. 104 og síðani skjal 4 í somu kunngerð um leiðreglurnar til trygdarvegleiðingina. Á tann hátt ber til, at kunna seg um hvat sum krevst og hvussu hetta arbeiðið skal gerast.

Skabelón til trygdarvegleiðing á føroyskum, donskum ella enskum máli fæst her:

Trygdarvegleiðing fyri sigling við smærri førum

Sikkerhedsinstruks for sejlads med mindre fartøjer

Safety instructions for voyages with small vessels