• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Brúgvayvirmaður við fiskiskipum

Hvussu søki eg um sjóvinnubræv?
Tú søkir um sjóvinnubræv á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við.

Hvørjar treytir eru til at fáa sjóvinnubræv?
Sjófólk, ið skulu hava sjóvinnubræv sum brúgvayvirmaður við fiskiskipum, skulu lúka niðanfyri nevndu treytir:

Viðkomandi skal vera myndugur
Allir umsøkjarar skulu vera 18 ár ella eldri.

Prógv frá sjóvinnuskúla
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum brúgvayvirmaður til fiskiskip skal viðkomandi hava fingið prógv sum heimaskipari ella skipari. Skúlaprógvið má ikki vera eldri enn 5 ár, tá ið fyrsta sjóvinnubrævið verður útskrivað.

Galdandi heilsuprógv til sjófólk
Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir at viðkomandi bæði er skikkaður til skips- og kagtænastu.

Galdandi radioprógv
Umsøkjarar skulu hava galdandi radioprógv innan GMDSS (ROC ella GOC).

Siglingartíð
Tað er ymiskt, hvat kravið til siglingartíð er, alt eftir hvat sjóvinnubræv talan er um. Er talan um endurnýggjan, kanst tú lesa meira her. Er talan um fyrsta sjóvinnubræv ella uppstigan, kanst tú síggja flóðkort í høgra bredda, ið vísir, hvørji krøv eru til siglingartíð.