• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Løggilding – undirveitarar

LØGGILDING AV UNDIRVEITARUM

Fyritøkur ella einstaklingar, sum við ábyrgd mótvegis Sjóvinnustýrinum at gera ymiskt góðkenningarskyldugt arbeiði umborð á skipum og bátum hava løggilding frá Sjóvinnustýrinum, j.fr. reglunum í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum (nú Sjóvinnustýrinum) Løggilding av undirveitarum nr. 4 frá 2007.

Endamálið við fráboðanini er at tryggja, at einans fyritøkur og einstaklingar við nøktandi fakligum førleikum seta upp, kanna, royna og hava eftirlit við t.d. radioútgerð, eldsløkkiútgerð, ravmagnskipanum, halonskipanum og køliskipanum umborð á skipum og bátum.

Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum um løggilding av undirveitarum og tilhoyrandi fylgiskjøl, verða einans kunngjørd á Regluportalinum á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum.

Løggildingartreytir
Í fylgiskjali 2 til Fráboðan um løggildingar verða útbúgvingar- og førleikakrøv ásett til tess at fáa løggilding til ymisku arbeiðsøkini. Somuleiðis verða nakrar mannagongdir ásettar fyri, hvussu arbeiðið skal útinnast og hvørji skjalprógv skulu fyriliggja fyri arbeiðið, ið er gjørt.

Sí nærri á hesum leinkinum: Løggildingartreytir

Oyðublað: Umsókn um løggilding til ávís arbeiðsøki.