Førleikaprógv, sum skipsatstøðari, fulltikin dekkari og fulltikin motormaður
Mynstring sum fulltikin dekkari smb. STCW 2010.
Sjófólk, sum gera tænastu sum fulltikin dekkari við havfarandi handilsskipum til støddar 500 BT ella meira, skulu hava førleikaprógv sum fulltikin dekkari.
Mynstring sum fulltikin motormaður smb. STCW 2010.
Sjófólk sum gera tænastu sum fulltikin motormaður við havfarandi handilsskipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira, skulu hava førleikaprógv sum fulltikin motormaður.
Umsókn
Vit mæla til, at tú søkir á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við. Viðgerðartíðin er eisini munandi styttri, um tú søkir online.
Tú kanst eisini útfylla eina umsókn og senda Sjóvinnustýrinum hana við telduposti til fma@fma.fo ella við vanligum posti.
Oyðublað: Umsókn um sjóvinnubræv ella førleikaprógv
Flóðkort:
Fultikin skipsatstøðari við handilsskipum