• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Mynstring og hýra

Sambært Løgtingslóg nr 55 frá 30. apríl 2018 um mynstring við seinni broytingum, og sambært kunngerð nr. 2 frá 4. januar 1994, er mynstringarskylda á øllum skipum 20 bruttotons ella meira, undantikið útróðrarfør á føroysku landleiðunum, sum reka heimaútróður og ætlandi ikki eru meira enn 48 tímar heimanífrá. Stuttleikafør í strandasigling eru eisini undantikin.

Vegleiðing til skiparan

Á fiskiskipum verður mynstrað fyri hvønn túrin sær. Oyðublaðið mynstringarlisti skal fyllast út og sendast til Sjóvinnustýrið sama dag, sum siglt verður, umvegis talgildu mynstringarskipanina.

Rættingar til manningarlistan kunnu tó verða gjørdar aftaná, at skipið er byrjað ferð sína, men skulu hesar fráboðast Sjóvinnustýrinum skjótast til ber.

Tá ið mynstrað verður, hevur skiparin ábyrgdina av, at lógarinnar reglur verða hildnar, og skal hann syrgja fyri, at mynstringarlistin er rætt útfyltur og undirskrivaður av báðum pørtum. Henda skylda áliggur eisini reiðara og reiðaríi sambært bæði manningarlóg, mynstringarlóg og sjómanslóg.

Oyðublað: Mynstringarlisti

Á ferðamanna- og handilsskipum verður mynstrað minst tvær ferðir árliga og tá ið tikið verður við ella farið verður av skipinum. Oyðublaðið hýruavtala skal fyllast út fyri ferðamannaskip í altjóða sigling og fyri handilsskip uttan mun til sigliøki.

Hýruavtala skal sendast til Sjóvinnustýrið, tá Sjóvinnustýrið biðjur um tað sbrt. § 7 í kunngerð nr. 43 frá 14. mai 2013 um skyldu arbeiðsgevarans at gera skrivliga avtalu við sjófólk um setanartreytirnar.

Oyðublað:  Hýruavtala

Sambært sjómanslógini, sí niðanfyri, skal reiðarin syrgja fyri, at skrivlig avtala um setanartreytir verður gjørd við sjófólkið, og skal hýruavtalan nýtast í hesum sambandi.

Í hýruavtaluni skal m.a. upplýsast:

  1. Navn hjá viðkomandi sjófólki og starvið, sum sjófólkið er sett í
  2. Navn á skipi, umframt kallibókstavir ella IMO nummar
  3. Tað, ið avtalað er um avfaringarstað ella uppsagnarfreist
  4. Um sjófólkið er í føstum starvi
  5. Dagfestin fyri á- ella avmynstring
  6. Avtalaða hýran og dagur, frá tí hon verður roknað ella vísast kann til hvørjum sáttmála viðkomandi er settur eftir.
  7. Siglingarøki, sum sjófólkið er ella hevur verið í, í sambandi við tænastuna.

Gevið gætur: Eintak av mynstringarlista ella hýruavtaluni skal altíð verða tøkt umborð saman við øðrum skipsskjølum.