• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Loðsprógv

Fyri at virka sum loðsur skal viðkomandi hava galdandi loðsprógv og vera í starvi ella hava avtalu við avvarðandi kommunu.

Fyri at fáa loðsprógv krevst, at umsøkjari hevur sjóvinnubræv sum skipari, viðkomandi siglingartíð, skeiðir og útbúgvingar til loðsar, galdandi heilsuváttan og tilknýti til ávísu havnina.  Sí oyðublað til loðsprógv, har neyvt yvirlit er yvir kravdu skjølini.

Kostnaðurin fyri loðsprógvið er 1175 kr.

Loðsprógvið hevur gildi í eitt 5 ára tíðarskeið.

Krøvini til loðsprógv eru ásett í §§ 1-6 í kunngerð nr. 152 frá 18. desember 2012 um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal v.m. við seinni broytingum.

Yvirlit yvir góðkendar loðsar

Sjóvinnustýrið førir yvirlit yvir góðkendar loðsar. Sí yvirlit her