• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Klassafeløg v.m.

KLASSAFELØG

Landsstýrismaðurin kann við nærri ásettum treytum løggilda klassafeløg, aðrar fyritøkur ella einstaklingar við nøktandi førleika til at sýna skip vegna Sjóvinnustýrið og við ábyrgd mótvegis Sjóvinnustýrinum.

Ásett er, at skip 24 metrar og longri skulu vera í klassa. Hetta merkir, at klassin útinnir flestu sýn vegna Sjóvinnustýrið. Hetta er galdandi bæði fyri nýbygningar, innflutt skip og verandi skip í vinnu, ið eru undir regluligum eftirliti.

Sjóvinnustýrið sýnar smærri skip. Í flestu førum ger Sjóvinnustýrið eisini kanningar umborð á skipum, sum ætlandi skulu skrásetast undir føroyskum flaggi.

Umframt at veita løggildi til klassafeløg at fremja sýn, hevur Sjóvinnustýrið eisini veitt løggildi til feløg og einstaklingar, sum hava servitan innan ávís øki, t.d. ravmagn, radio, eldsløkkiútgerð, uppmáting av skipum, lyfti- og lossiútgerð, máting av larmi v.m.

Tá skipið er sýnað, antin av Sjóvinnustýrinum ella klassa, verða neyðug loyvisbrøv givin, eisini siglingarloyvi. Um so er, at tað í sambandi við sýn umborð verður komið eftir, at viðurskifti umborð eru í stríð við lógina, verða boð givin um at rætta feilin, antin beinanvegin ella við tíðarfreist. Í ringasta føri kann Sjóvinnustýrið taka aftur siglingarloyvið frá skipinum.

Sjóvinnustýrið hevur sáttmála við hesi klassafeløg um at sýna skip vegna føroyska sjóvinnumyndugleikan:


Det Norske Veritas
Lloyd's Register of Shipping
Bureau Veritas
American Bureau of Shipping (ABS)
Nippon Kaiji Kyokai
Rina
China Classification Society (CCS)
Polski Rejestr Statków (PRS)