• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Burturbeining av vraki

TRYGGING FYRI BURTURBEINAN AV SKIPSVRAKI

Nairobisáttmálin kom í gildi tann 14. apríl 2015

Nairobisáttmálin krevur, at skip til støddar 300 BT ella meira, sum sigla til ella frá londum, sum hava undirskrivað sáttmálan, skulu hava váttan/sertifikat umborð, sum vísir, at tey hava trygging, sum fevnir um reiðarans ábyrgd, fyri burturbeinan av skipsvraki.

Nairobisáttmálin er ikki settur í gildi gjøgnum føroyska lóggávu (sjólógina). Tí kunnu reiðarí søkja um hesa váttan frá øllum flaggstatum, sum hava tikið undir við hesum sáttmála.

Niðanfyri er leinki til talgilda umsókn og vegleiðing á heimasíðuni hjá Søfartsstyrelsen:

Vrak-váttan

GG: Sertifikatið skal endurnýggjast hvørt ár.

Hesi lond hava undirskrivað Nairobisáttmálan:
Danmark, Bulgaria, Kongo, Cook Islands, India, Iran, Malaysia, Marshall Islands, Marokko, Nigeria, Palau, Stóra Bretland og Týskland. Til ber eisini at søkja sertifikat frá hesum londum.