• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Skipanes er skrásett í FAS

25-08-2026

Sjóvinnustýrið hevur í dag skrásett spildurnýggja farmaskipið hjá Smyril Line, SKIPANES, í FAS.

Tað er altíð gleðiligt, tá nýbygningar koma í føroysku skipavinnuna, og fyri FAS hevur tað týdning, at miðalaldurin á skrásettu skipunum ikki er ov høgur. Tí gleðast vit, tá bæði føroysk og útlendsk reiðarí skráseta nýbygningar í FAS.

Vit  ynskja samstundis Smyril Line hjartaliga til lukku við skipinum og blíðan byr framyvir.