• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Tíðindaskriv: Ársins Skip 2017

FURE NORD er Ársins Skip 2017

Sjóvinnustýrið boðar frá, at M/V FURE NORD er ársins skip í 2017. Hetta er annað árið á rað, at FURE NORD er kosið ársins skip. Á øðrum plássi eru M/V FUREVIK, M/V TÓRSBORG og M/V ELDBORG.

Sjóvinnustýrið gevur eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári. Í 2017 er tað serliga hent, at trý skip eru á øðrum plássi við neyvt sama stigatali. Hetta er sermerkt og ber boð um, at skip og reiðarí taka skiparakstur í álvara, og hetta er at gleðast um.

Skipið við besta rakstrarúrslitinum verður funnið við at hyggja at úrslitum við ongum feilum, tá PSC- eftirlit er umborð, og tey verða tald og lønt eftir einari torleikaskipan, sum gevur ymisk stig. Umframt hetta verður eisini hugt eftir, um feilir eru, tá sýn er umborð á skipunum, og somuleiðis verður atlit tikið til, hvussu stendur til við klassaskjølum í sambandi við góðkenning av skipum.

Krøvini til skiparakstur í dag eru sera høg, og eftirlitini eru samsvarandi strong. Skipari, rakstrarfeløg og ábyrgdarpersónar mugu tí altíð vera eitt fet frammanfyri eftirlitsmyndugleikarnar og kunna vísa á, at øll viðurskifti eru í lagi. T.e. at sáttmálar, skips- og manningarskjøl eru dagførd og til taks, og at allir millumtjóða- og altjóða sáttmálar verða hildnir. Eisini skal skipið til eina og hvørja tíð hava røttu trygdarútgerðina umborð og vera til reiðar at fáa vitjan av sýnsfólki.

Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg. Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum, og gevur hetta afturljóð á tann hátt, at flaggið fær eina góða plasering á Hvíta lista hjá Paris MoU. Hetta hevur aftur eitt jaligt árin á avleiddu vinnurnar, sum standast av virkseminum í FAS. Sjóvinnustýrið sendir  regluliga út tíðindaskriv við týðandi upplýsingum til skipini.

Hetta er fimta árið, at Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip. Vinnarar undanfarnu árini hava verið Fure Nord í 2016, Northern Ocean í 2015, Norrøna í 2014 og Nordjarl í 2013.