• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Sjóvinnustýrið endurnýggjað góðskugóðkenning

Fólk frá danska góðskufelagnum, Force Certification A/S, hava seinastu dagarnar verið á Sjóvinnustýrinum og kannað, um stovnurin lýkur neyðugu ISO 9001:2015 dygdarkrøvini.
Úrslitið var, at góðkenningin verður endurnýggjað uttan frávik. Góðskugóðkenningin verður sostatt longd til 1. september 2019.

Sjóvinnustýrið fegnast um góða úrslitið, tí eitt stórt arbeiði er seinastu tíðina lagt í at umskipa dygdarskipanina frá ISO 9001:2008 standardinum til ISO 9001:2015 standardin. Broytingin er í høvuðsheitum, at skrivligu mannagondirnar verða færri, og at arbeiðsgongdir verða lýstar í flóðkortum. Eisini eru váðametingar gjørdar fyri øll arbeiðsøki.