• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Eimskip valdi FAS

Nýggja skipið hjá Faroe Ship, Selfoss, varð skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránna í gjár. Í tíðindaskrivi frá Faroe Ship verður sagt frá, at Eimskip valdi FAS, tí skipanin er altjóða kappingarfør, og samstundis fáa Føroyar inntøkurnar av skrásetingar- og umsitingargjøldum umframt inntøkur av avleiddum virksemi.

Sjóvinnustýrið og FAS gleðast um avgerðina og síggja fram til framhaldandi gott samstarv.

Selfoss er bygt í 2008 og lastar 698 TEU. Skipið skal sigla við farmi millum Ísland, Føroyar og Skandinavia.

Sí annars tekniskar upplýsingar um Selfoss í Teyggjuni.

Sjóvinnustýrið, 19. mai 2017