• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Dagføringar í teknisku kunngerðunum hjá Sjóvinnustýrinum

15. juli komu dagføringar í 5 ymiskum tekniskum kunngerðum frá Sjóvinnustýrinum í gildi.

Yvirskipað eru flest allar broytingar liður í implementering av nýggjum krøvum ella dagføring av krøvum í altjóða sáttmálum og ES direktivum.

Sum nakað nýtt, fevna nakrar av broytingunum tó um striking av serdonskum krøvum. Í samband við niðurstøðuna í frágreiðing hjá Deloitte, sum danskir myndugleikar hava bílagt sum liður í at gera eitt sokallað “nabocheck”, so eru fleiri serdonsk krøv, ið verða mett til bága fyri kappingarførið hjá sjóvinnuni. Ein avleiðing av hesi frágreiðing er, at Søfartsstyrelsen miðvíst er farið undir at strika hesi krøv. Serdonsku krøvini eru í stóran mun eisini galdandi í føroyskari lóggávu, og Sjóvinnustýrið metir, at tað sum heild er ein fyrimunur fyri kappingarføri hjá føroysku sjóvinnuni at strika hesi krøv úr føroysku lóggávuni . Tó eru einstøk serdonsk krøv, ið Sjóvinnustýrið mælir til at varðveita. Nærri lýsing av hesum verður umrøtt niðanfyri undir lýsing av broytingunum í einstøku fráboðanunum.

 

Stutt lýsing av broytingunum í einstøku fráboðanunum:

 

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um arbeiðsumhvørvið umborð á skipum (Fráboðan A)

Talan er um tvær smærri broytingar. Fyrra er ein dagføring av listanum av evnum, ið ung undir 18 ár ikki mugu arbeiða við umborð. Onnur broytingin snýr seg um um loyvi um, at frámerki kunnu vera á enskum, tá keypt verður innanfyri ES.

 

Kunngerð frá Sjóvnnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (Fráboðan B)

Fráboðan B bleiv broytt tvær ferðir í 2017, ávikavist í juli og november. Við fyrru broytingini blivu fleiri serdonsk krøv strikað.

Sjóvinnustýrið mælir tó frá at strika kravið í kap. 1, regel 12-1, pkt i, ið krevur siglingarloyvi umborð á skipum, ið eru undir 500 BT. Orsøkin til, at Sjóvinnustýrið mælir til at varðveita hesa áseting er, at tað finnast fleiri óklassaði skip undir 500 BT. Siglingarloyvið er í hesum høpi eitt gott amboð, bæði hjá vinnuni og Sjóvinnustýrinum, at fáa skjótt og neyvt yvirlit yvir, hvørjar avmarkingar eru, og hvørji loyvisbrøv skulu verða í gildi umborð. Tó metir Sjóvinnustýrið, at til ber at strika kravið um siglingarloyvi fyri skip yvir 500 BT, tí hesi eru øll í klassa, og gjøgnum klassan er møguligt at halda neyvt yvirlit yvir, hvørjar avmarkingar skipini hava v.m.

Seinna broytingin eru dagføringar, sum liður í implementeringini av broytingum í MARPOL, annex VI, regla 22 A. Nýggju krøvini føra m.a. við sær krav at fráboða til IMO mongdina av olju, ið verður nýtt at flyta ávísa mongd av farmi ávíst strekki á skipum yvir 5000 BT. Í praksis verður tað uppgávan hjá klassafeløgunum at fráboða hesar upplýsingar til IMO.
broytingar her.

 

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkøv o.a. til ferðamannaskip  í innanoyggja sigling (Fráboðan D)

Broytingarnar snúgva seg í høvuðsheitum um at dagføra krøvini sambært ES-direktivinum, ið er implementerað við fráboðan D. Broytingarnar eru bara galdandi fyri nýggj skip.

Afturat hesum verður kravið um “bilagsmappe til opbevaring af synsrapporter” strikað í tráð við tær broytingarnar, ið tilsvarandi eru gjørdar í fráboðan B.

Viðmerkjast skal, at hetta væntandi er síðsta dagføring av fráboðan D, tí framyvir verður hetta økið regulera við “passagerskibs direktivet”. Aðrar viðkomandi ásetingar verða at finna í fráboðan B, umframt at Søfartsstyrelsen fer at gera ásetingar í smærri kunngerðum framyvir. Sí inngangin til skjal 2 í fráboðanini.

 

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerð o.a. til fiskiskip (Fráboðan E)

Umframt samanskriving av longu galdandi reglum, er talan um tvær innihaldsligar broytingar. Fyrra innihaldsliga broytingin í hesum uppskoti er eitt serføroyskt krav, ið krevur, at øll fiskiskip eftir 1. januar 2019 ella til næsta millumliggjandi sýn eftir hetta dato, hava eina eldávaringarskipan. Í kjalarvørrinum av m.a. eldsbrunanum umborð á Vesturland í 2017, metir Sjóvinnustýrið ikki, at tað er nøktandi, at fiskiskip, sum eru innflutt áðrenn 1. januar 2014,  ikki hava nakað krav um eldávaringarskipanir umborð. Broytingin førir við sær, at øll verandi reiðarí, ið ikki hava eldávaringarskipanir um borð á skipum sínum sum er, skulu framyvir hava tað.

Tað ber tíverri ikki til at greina, júst hvussu nógv skip mugu fáa tílíkar skipanir umborð, tí fleiri reiðarí hava gjørt hetta av sínum eintingum, hóast einki lógarkrav hevur verið á  økinum. Við nýggju ásetingini verður heimild ásett hjá Sjóvinnustýrinum at gera eina ítøkiliga meting um, hvussu hvørt einstakt skip best kann liva upp til krøvini. Orsøkin til hetta er, at fiskiskipini eru sera ymisk í aldri og innrætting, og tí ber ikki til at krevja ein og sama leist til øll skipini. Endamálið við heimildini er sostatt at finna eina rímiliga loysn fyri hvørt einstakt fiskiskip, so trygdin kann betrast mest møguligt uttan at seta órímiliga høg krøv til vavið av tílíkum skipanum.

Seinna broytingin inniber striking av kravinum at hava eina “bilagsmappe”. Talan er um eitt serdanskt krav, ið verður strikað.

 

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. til smærri vinnufør (Fráboðan F)

Broytingarnar fevna um at strika kravið um  “bilagsmappe”.

Afturat hesum verður kravið um at nýta løggildan undirveitara broytt, so til ber at nýta persón ella fyritøku, ið hevur kunnleika til umvælingina og kennir til teknisku krøvini. Við hesum, verða krøvini linkað til tann ella tey, ið skulu gera umvælingar um borð á smærri bátum. Tað kann vera torført at finna løggildan undirveitara til smærru bátarnar, tá hesir undirveitarar oftast fáast við størri skip. Við hesi broyting er endamálið at geva reiðarum við smærri bátum eina smidligari loysn at finna skikkaði fólk ella fyritøkur at gera umvælingar, uttan at hesi neyðturviliga eru løggildaði.

 

Sí broytingarnar her: