Kunngerð um førleikakrøv til manning við skipum, ið sigla í Pólhøvum varð sett í gildi 1. juli 2018. Hetta hevur við sær, at brúgvayvirmenn við skipum, ið sigla í pólhøvum, skulu hava førleikaprógv til tænastu við hesum skipum. Harafturat er ásett, at skipari og yvirstýrimenn á nevndu skipum, skulu hava leiðaraprógv.
Krøvini eru galdandi fyri manning á handilsskipum til støddar 500 BT ella meira.
Kunngerðin hevur skiftisreglur, soleiðis at sjófólk sum longu í dag hava siglingartíð sum brúgvayvirmaður við skipum, ið sigla í pólhøvum ella aðra samsvarandi siglingartíð, undir nærri ásettum treytum, kunnu fáa ávikavist førleikaprógv og leiðaraprógv, sum verða kravd eftir 1. juli 2018. Sjófólk, sum ikki hava siglingartíð, skulu fyri at fáa nevndu prógv taka ávikavist grundleggjandi og víðka skeið í venjing til tænastu umborð á skipum, ið sigla í pólhøvum. Ítøkiliga skiftistíðarskeiðið er frá 1. juli 2013 til 1. juli 2018 og er skiftisreglan galdandi fram til 1. juli 2020.
Tað er Sjóvinnustýrið, ið útskrivar tey í kunngerðini umrøddu prógv. Heimild er tó ásett, at Sjóvinnnustýrið kann heimila øðrum persónum ella stovnum at útskriva prógvini. Í slíkum førum er vanlig mannagongd, at prógvini verða útskrivað av útbúgvingarstovni ella skeiðsveitara.
Broytingarnar eru ein avleiðing av Pól Koduni (International Code for Ships Operating in Polar Waters), sum er altjóða reglugerð, samtykt av IMO, sum fevnir um trygdar- og umhvørvisverndarkrøv til skipaferðsluna í Arktis og kring Antarktis. Kodan kom í altjóða gildi 1. januar 2017 og er sett í gildi í Føroyum í tekniska regluverkinum hjá Sjóvinnustýrinum. (Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B, kap. XIV um trygdaratgerðir fyri skip, ið sigla í pólhøvum).
Við kunngerðini liva Føroyar sostatt upp til altjóða krøvini hesum viðvíkjandi í STCW-sáttmálanum.
Kunngerðin kann lesast her