• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Yearly Archives: 2018

Herd førleikakrøv til sjófólk, ið sigla í Pólhøvum

Kunngerð um førleikakrøv til manning við skipum, ið sigla í Pólhøvum varð sett í gildi 1. juli 2018. Hetta hevur við sær, at brúgvayvirmenn við skipum, ið sigla í pólhøvum, skulu hava førleikaprógv til tænastu við hesum skipum. Harafturat er ásett, at skipari og yvirstýrimenn á nevndu skipum, skulu hava leiðaraprógv. Krøvini eru galdandi fyri…
Les meira

Sjóvinnustýrið endurnýggjað góðskugóðkenning

Fólk frá danska góðskufelagnum, Force Certification A/S, hava seinastu dagarnar verið á Sjóvinnustýrinum og kannað, um stovnurin lýkur neyðugu ISO 9001:2015 dygdarkrøvini. Úrslitið var, at góðkenningin verður endurnýggjað uttan frávik. Góðskugóðkenningin verður sostatt longd til 1. september 2019. Sjóvinnustýrið fegnast um góða úrslitið, tí eitt stórt arbeiði er seinastu tíðina lagt í at umskipa dygdarskipanina…
Les meira

MARS og MYKINES – Skaðafrágreiðing tøk

Skaðafrágreiðingin, sum Den Maritime Havarikommission hevur skrivað í sambandi við vanlukkuna tann 31. august 2017, tá Mykines og Mars rendu saman, er nú tøk og sæst her. Sjóvinnustýrið heitir á Den Maritime Havarikommission at gera skaðafrágreiðingar, tá talan er serliga álvarsligar vanlukkur. Hetta er sambært reglugerð frá IMO. Skaðafrágreiðing - MARS og MYKINES tann 31.…
Les meira

Tíðindaskriv: Ársins Skip 2017

FURE NORD er Ársins Skip 2017 Sjóvinnustýrið boðar frá, at M/V FURE NORD er ársins skip í 2017. Hetta er annað árið á rað, at FURE NORD er kosið ársins skip. Á øðrum plássi eru M/V FUREVIK, M/V TÓRSBORG og M/V ELDBORG. Sjóvinnustýrið gevur eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum…
Les meira