• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Svitzer Hymer er Ársins skip í FAS

Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2023, og vinnarin gjørdist SVITZER HYMER hjá Svitzer Faroe Islands, sum eisini var vinnarin í 2022.

Nr. 2 gjørdist SVITZER TYR hjá Svitzer Faroe Islands, og nr. 3 gjørdist SJÓBORG hjá Skansi Offshore. Hetta er triðju ferð, at Sjóborg er í topp 3.

Sjóvinnustýrið vil við átakinum Ársins skip birta uppundir, at skip undir føroyskum flaggi verða rikin væl og trygt. Tað hevur týdning, at trygdin er í hásæti, men við góðum rakstrarúrslitum tryggja vit, at føroyska flaggið varðveitir status hjá Paris Mou sum eitt góðskuflagg. Hetta styrkir um marknaðarstøðuna hjá FAS, sum er eitt týðandi grundarlag fyri handilsflotan og stimbrar nationala kappingarførið.

Skipið við besta rakstrarúrslitinum verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnastatseftirliti (Port State Control) seinastu trý árini. Eftirlit við null feilum verða tald og lønt soleiðis:

- Víðkað eftirlit – 3 stig (expanded)
- Meira nágreiniligt eftirlit – 2 stig (More Detailed Inspection)
- Innleiðandi eftirlit – 1 stig (Initial)

Skip yvir 500 BT, sum ikki eru kannaði í Paris MoU-øki, men sigla í Paris MoU øki, hava higartil verðið lønt við 3 stigum árliga. Men næsta ár verður hetta broytt, soleiðis, at hesi skip fáa sama stigatal sum eitt innleiðandi eftirlit (initial), t.v.s. 1 stig.

Um fleiri skip hava somu avrik í omanfyristandandi, trekkir tað upp, at skipið eingi punkt ella viðmerkingar hevur í klassaskjølunum ella onga viðmerking hevur fingið frá øðrum eftirlitsmyndugleikum.

Í løtuni eru 79 skip skrásett í FAS. í 2023 komu 6 skip inn, meðan 5 skip fóru úr skrásetingini. Higartil í ár er 1 skip lagst afturat í FAS.

Hetta er 10. ferð, Sjóvinnustýrið kjósar Ársins skip. Vinnarar undanfarin ár hava verið Svitzer Hymer í 2022, Hav Nes í 2021, Vinga Safir í 2019, Fure Ferder í 2018, Fure Nord í 2017 og 2016, Northern Ocean í 2015, Norrøna í 2014 og Nordjarl í 2013.

Sjóvinnustýrið ynskir manning og reiðaríi hjartaliga til lukku við heiðrinum.