• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Yearly Archives: 2018

Minst til at endurnýggja Bunkers- CLC- Athen- og Vrakcertifikat

BUNKERS- CLC- ATHEN- OG VRAKCERTIFIKAT Til ber  at søkja um nevndu certifikat hjá øllum flaggstatum, sum hava tikið undir við hesum sáttmálum. Niðanfyri eru leinki til umsókn á  heimasíðuni  hjá  Søfartsstyrelsen– sí leinki Bunkercertifikat: Øll skip, 1000 BT ella yvir, skulu hava Bunkerváttan umborð. Váttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum…
Les meira

RITAN – skaðafrágreiðing tøk

Den Maritime Havarikommission er nú liðug við frágreiðingina um vanlukkuna, tá maður fór niður ímillum bryggju og skip og lat lív, tá Ritan legði at í Fugloy tann 11. mars 2018. Frágreiðingin kann lesast her. Sjóvinnustýrið kannar vanlukkur, óhapp og álvarsligan fólkaskaða á sjónum. Men tá talan er um serliga álvarsligar vanlukkur, heitir Sjóvinnustýrið á…
Les meira

Dagføringar í teknisku kunngerðunum hjá Sjóvinnustýrinum

15. juli komu dagføringar í 5 ymiskum tekniskum kunngerðum frá Sjóvinnustýrinum í gildi. Yvirskipað eru flest allar broytingar liður í implementering av nýggjum krøvum ella dagføring av krøvum í altjóða sáttmálum og ES direktivum. Sum nakað nýtt, fevna nakrar av broytingunum tó um striking av serdonskum krøvum. Í samband við niðurstøðuna í frágreiðing hjá Deloitte,…
Les meira

Nýggj útbúgvingar- og førleikakrøv til manning við LNG-skipum

Kunngerð um serlig førleikakrøv til manning við skipum, sum nýta gass ella annað brennievni við lágum flammupunkti sum drívmegi (LNG) varð sett í gildi 1. juli 2018. Í kunngerðini er ásett, at skiparin hevur skyldu at tryggja, at øll sjófólk umborð fáa eina vegleiðing um skipið og útgerðina umborð í tilknýti til teirra arbeiðsuppgávur umborð.…
Les meira