• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Monthly Archives: juli 2018

Dagføringar í teknisku kunngerðunum hjá Sjóvinnustýrinum

15. juli komu dagføringar í 5 ymiskum tekniskum kunngerðum frá Sjóvinnustýrinum í gildi. Yvirskipað eru flest allar broytingar liður í implementering av nýggjum krøvum ella dagføring av krøvum í altjóða sáttmálum og ES direktivum. Sum nakað nýtt, fevna nakrar av broytingunum tó um striking av serdonskum krøvum. Í samband við niðurstøðuna í frágreiðing hjá Deloitte,…
Les meira

Nýggj útbúgvingar- og førleikakrøv til manning við LNG-skipum

Kunngerð um serlig førleikakrøv til manning við skipum, sum nýta gass ella annað brennievni við lágum flammupunkti sum drívmegi (LNG) varð sett í gildi 1. juli 2018. Í kunngerðini er ásett, at skiparin hevur skyldu at tryggja, at øll sjófólk umborð fáa eina vegleiðing um skipið og útgerðina umborð í tilknýti til teirra arbeiðsuppgávur umborð.…
Les meira

Herd førleikakrøv til sjófólk, ið sigla í Pólhøvum

Kunngerð um førleikakrøv til manning við skipum, ið sigla í Pólhøvum varð sett í gildi 1. juli 2018. Hetta hevur við sær, at brúgvayvirmenn við skipum, ið sigla í pólhøvum, skulu hava førleikaprógv til tænastu við hesum skipum. Harafturat er ásett, at skipari og yvirstýrimenn á nevndu skipum, skulu hava leiðaraprógv. Krøvini eru galdandi fyri…
Les meira