Sjóvinnustýrið skal vísa á, at av tí at stakroyndir viðvíkjandi ILO 188 nú eru settar í verk, kann viðgerðartíðin av Fast Track váttanum væntandi verða longd fyri tey skip, ið ikki hava fingið ILO 188 sertifikat útflýggjað enn. Leikluturin hjá Sjóvinnustýrinum í Fast Track-skipanini Tá ið reiðarí søkja um Fast Track-loyvi frá Útlendingastovuni, verður biðið…
Les meira
Hav Sand – nýtt skip í FAS
Farmaskipið Hav Sand hjá Navigare Shipping er nú skrásett í FAS. Skipið varð bygt í Vietnam í 2011, er 82,400 m og 2415 BT til støddar. Skipið, ið áður hevði navnið Helena VG, er júst siglt til Føroya úr Póllandi. Tað væntast í drift hjá Navigare í juli mánaða. Hjartaliga vælkomin í FAS!
Les meira
Arbeiðsumstøður á fiskiskipum sýnast og góðkennast
Í august 2024 varð nýggj kunngerð lýst, sum snýr seg um starvsviðurskifti hjá sjófólki umborð á føroyskum fiskiskipum longri enn 15 m. Við nýggju kunngerðini verður krav sett um, at øll føroysk fiskiskip skulu sýnast og góðkennast fyri at staðfesta, at arbeiðsumstøðurnar liva upp til krøvini í altjóða sáttmálanum ILO 188 um starvsviðurskifti o.a. hjá…
Les meira
Kambur – skaðafrágreiðing frá DMAIB komin
Danska Skaðanevndin er nú komin við frágreiðingini um vanlukkuna á Kambi. Tá Kambur sakk tann 6. februar 2024, sendi Sjóvinnustýrið boð eftir Den Maritime Havarikommission (DMAIB) at kanna vanlukkuna. Fólk frá DMAIB komu beinanvegin til Føroya at tosa við manningina og savna inn upplýsingar. Nú er frágreiðingin liðug og kann lesast her: Skaðafrágreiðing - Kambur
Les meira




