• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

Nýtt skip í FAS

Farmaskipið Hav Sund er nú skrásett í FAS. Skipið er bygt í Spania í 2008 og er 2998 BT til støddar. Tað er Navigare Shipping í Søldarfirði, sum eigur og rekur skipið. Felagið hevur 14 onnur skip skrásett í FAS. Vit ynskja Hav Sund blíðan byr og vælkomnan í FAS.
Les meira

Sjóvinnustýrið er nú á Vanganum

Sjóvinnustýrið er nú á Vanganum, og tað merkir, at viðskiftafólki stendur í boði at avgreiða enn fleiri tænastur talgilt. Fleiri túsund smábátaeigarar hava nú beinleiðis atgongd til sín bát á Vanganum Bátaeigarar kunnu síggja allar skrásettar upplýsingar um bátin og mynd av bátinum. Til ber at skráseta nýggjan bát og keypa og selja bát beinleiðis…
Les meira

Føroyar 3 pláss fram á Hvítalista

Føroyar taka seg fram á árliga listanum hjá Paris MoU yvir flaggstatir og eru nú nr. 28 á listanum yvir sonevnd hvít fløgg. Seinastu tvær ferðirnar, listin er komin út, hevur føroyska flaggið ligið á 31. plássi. Undan hesum lógu vit á 39. plássi. Plássið á listanum er grundað á eftirlit og afturhald av skipum…
Les meira

Starvsdagar í Sjóvinnustýrinum

Tríggir trúfastir starvsfelagar heiðraðir Hesi trý hava starvast í Sjóvinnustyrinum í meira enn 68 ár tilsamans. Sunneva Davidsen hevur myndað Skipaskrásetingina undir fleiri ymiskum stovnum, og Conny Lauritzen og Jákup Poulsen hava verið við síðani Skipaeftirlitið varð yvirtikið í 2002. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við starvsdegnum og vóna, at tey halda fram í…
Les meira