• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

Paris MoU ger eftirlitsátak um STCW

Concentrated Inspection Campaign (CIC) Í nýggjasta eftirlitsátakinum hjá IMO, sum er frá 1. september til 30. november 2022, verður dentur lagdur á STCW-sáttmálan. T.v.s. at skjølini hjá manningini eru í lagi. Hesi viðurskifti verða kannaði: Samsvarar manningartalið við manningarskjalið frá flaggstatinum, og lúka skjølini hjá manningini øll STCW-krøv. Er viðurkenningarprógv ella CRA útskrivað til tey…
Les meira

Fast-track skipanin – kunning um leiklutin hjá Sjóvinnustýrinum

Fast-track skipanin hevur nú verið í gildi síðan 18. november 2021, og Sjóvinnustýrið hevur higartil viðgjørt 18 umsóknir, ið eru sendar Útlendingastovuni til víðari viðgerð. Uppgávan hjá Sjóvinnustýrinum er at vátta yvir fyri Útlendingastovuni, at umsøkjarans reiðarí ella skip ikki hevur óviðgjørd mál og hevur øll neyðug loyvir uppá pláss. Sjóvinnustýrið varar av lógini um…
Les meira

Tríggjar kunngerðir lýstar

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um broyting í SOLAS kunngerð Talan er um rættingar ella konsekvensbroytingar í verandi kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (SOLAS). Tað vil siga, at kunngerðin ikki hevur við sær nýggjar innihaldsligar broytingar. Kunngerðin kemur í gildi 1. september 2022. Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um lastalinjur o.a. Kunngerð um lastalinjur er grundað…
Les meira

Sjóvinnustýrið kannað alibátar

Sjóvinnustýrið hevur várið og summarið 2022 framt eftirllit á 28 alibátum, ella 34% av samlaða talinum av alibátum í Føroyum. Sjóneykan varð sett á skrokktættleika, brandpumpur, spulipumpur, lensipumpur, eldávaringarskipan, eldsløkkiskipan, útstoytsskipan, bjargingarútgerð, útbúgving og førleikar. Les frágreiðingina,, ið kom buturúr her: Átak 2022, alibátar
Les meira