• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

Ársins skip í 2022 er SVITZER HYMER

Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2022, og vinnarin gjørdist SVITZER HYMER hjá Svitzer Faroe Islands. Nr. 2 gjørdist EKEN hjá Sp/f Thun, og nr. 3 gjørdist SJÓBORG hjá Skansi Offshore. Sjóvinnustýrið handar eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og…
Les meira

Nýtt skip í FAS – Fure Skagen

Fure Skagen varð í gjár skrásett í FAS. Talan er um ein oil/chemical tanker hjá svenska Furetak, sum áður hevur haft fleiri skip skrásett í FAS. Skipið er 12.164 BT til støddar og er bygt í 2008. Í  løtuni eru 77 skip skrásett í FAS.
Les meira

Skaðafrágreiðingin um Athenu kom í 2012

Í vikuni segði KVF frá, at skaðafrágreiðing um eldsbrunan á Athenu loksins var komin, og at skammlop var orsøkin til eldsbrunan. Danska Skaðanevndin kom við lidnu frágreiðingini tann 2. februar 2012, og tað er tí ikki rætt, at frágreiðingin nústani er komin. Frágreiðingin hevur verið til taks á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum síðani útgávudagin.
Les meira

El-bilar og skip

El-bilar og skip Enn eru ongar vegleiðingar komnar frá IMO um hvussu el- og hybridbilar skulu handfarast á bildekkinum. Tó verður arbeitt við hesum, og vit hava savnað nakað av tí vitan og tær vegleiðingar, sum eru gjørdar, á hesi síðu.
Les meira