• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

Fure Spear er nýtt skip í FAS

Oljutangaskipið Fure Spear er nú skrásett í FAS. Skipið er bygt í 2009 og er 11.889 bruttotons til støddar. Tað er Sp/f SeaBear, Føroyar, ið eigur skipið. Felagið eigur eisini tangaskipið Fure Skagen, sum varð skrásett í FAS í fjør. Vit ynskja Fure Spear vælkomnun í FAS.
Les meira

Føroyar limur í IALA

Føroyar eru vorðnar limur í IALA felagsskapinum, sum stendur fyri International Association of Marine Aids to Navigation and Lighthouse Autorities. Tá Føroyar yvirtóku málsøkið Vitaverk og sjóuppmáting tann 1. juni 2024, søkti Sjóvinnustýrið beinanvegin um limaskap í IALA. Játtandi svar er komið, og Føroyar hava nú fullan limaskap í IALA, sum telur 93 limir. Limaskapur…
Les meira

Stór IMO-skoðan í Føroyum

Í hesum døgum fremur IMO – International Maritime Organization – stóra skoðan í Føroyum. Hetta er tað sokallaða IMO Member State Audit Scheme (IMSAS). Kannað verður, í hvønn mun Føroyar hava sett neyðugar reglur í verk fyri skip, og um føroysku myndugleikarnir fyrisita reglurnar á nøktandi hátt. Tvey umboð fyri IMO eru komin til Føroya at…
Les meira

Eitt pláss upp á Hvítalista

Føroyar toga seg eitt pláss upp á Hvítalista og eru nú á 29’inda plássi á listanum, sum telur 42 flaggstatir. Nýggjasti Flag State Performance List hjá Paris Mou er kunngjørdur, og Føroyar varðveita umboðanina á Hvítalista og flyta eitt pláss upp eftir listanum. Fyri at vera á Hvítalista, sum er listi við flaggstatum við høgari…
Les meira