• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

El-bilar og skip

El-bilar og skip Enn eru ongar vegleiðingar komnar frá IMO um hvussu el- og hybridbilar skulu handfarast á bildekkinum. Tó verður arbeitt við hesum, og vit hava savnað nakað av tí vitan og tær vegleiðingar, sum eru gjørdar, á hesi síðu.
Les meira

Óhapp og vanlukkur: Nýggj oyðubløð

Sjóvinnustýrið hevur dagført oyðubløðini til fráboðan av vanlukkum umborð á føroyskum skipum. Har vit fyrr høvdu fimm oyðubløð býtt upp í fimm sløg av tilburðum, hava vit nú bert tvey oyðubløð, sum eru býtt upp í ávikavist skaða á persónar og skaða á skip. Nýggju oyðubløðini hava fleiri upplýsingar at fylla út, og geva hesar…
Les meira

Bláa bók fer í søguna

Framyvir fáa sjófólk ikki longur bláu bók, tá tey hava verið til læknakanning fyri sjófólk. Í staðin fáa tey eitt heilsuprógv, ið er eina A4-síðu til støddar. Skjalið er talgilt og kann takast niður á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum. Sjófólkið og læknin fylla út oyðublaðið, og sjófólkið fær ta síðuna við sær, har læknin váttar, at…
Les meira

Landgongdir ikki nóg tryggar

Í sambandi við syrgiligu deyðsvanlukku 27. november, har maður við Ametyst varð funnin druknaður skamt við skipið, hevur Sjóvinnustýrið kannað umstøðurnar kring vanlukkustaðið og gjørt nakrar eygleiðingar um landgonguumstøður sum heild. Staðfestast kann, at tað er rættiliga tilvildarligt, hvussu leytarar og landgongdir verða settar. Skip eru ymisk, og kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv…
Les meira